Barnagarðurin á Strondum liðugur

Í morgin skal barnagarðurin á Strondum takast í nýtslu. Tá verður alment hátíðarhald í nýggja barnagarðinum. Tummas Johannesen er tekniskur leiðari í Sjóvar Kommunu. Hann setti sær tíð av í gjár til at vísa Sosialinum runt í nýggja barnagarðinum. Snotuligu hølini verða nýtt til vøggustovu, barnagarð og frítíðarstovu.
Graslíkisvøllurin liggur eitt hanagleiv frá barnagarðinum. Umstøðurnar eru sera góðar, og Tummas er veruliga spentur uppá, at barnagarðurin verður tikin í nýtslu mánadagin. Tað er Fjarðahús, sum hevur smíðað barnagarðin.
- Vit eru sera væl nøgd við arbeiðið hjá teimum, sigur Tummas.
Sum heild eru strandingar spentir uppá nýggja barnagarðin. Tað búgva nógvar barnafamiljur á Strondum, og tað eru sostatt nógv, sum hava áhuga í nýggja barnagarðinum.
- Eg dugi als ikki at gita mær, hvussu nógv koma til hátíðarhaldið í morgin. Tað kann væntast at tað koma nógv fólk. Eg vænti eisini, at fólk frá øðrum stovnum koma at "lúra okkum av".