Hesa vikuna kemur STROK út við fyrsta blaðnum hetta skúlaárið. Hesi 57 árini blaðið - sum nógv kanska betur kenna sum Barnablaðið - er komið út, er nógv hent og er stór menning farin fram. Stødd, skap, innihald og snið er sum vera man nógv øðrvísi enn upprunaliga útgávan.
Í blaðstjórnini eru Beinta Johannessen (blaðstjóri), Turið Kjølbro og Bergur Dalsgaard, men tað er í stóran mun ung, sum skriva til STROK. Yngsti ummælarin er 7 ár, og elsta blaðfólkið er 18 ár. Blaðstjórnin stingur út í kortið og samskipar og umsitur sjálvandi blaðið, men ungu, gávaðu seta í stóran mun sín frískliga dám á blaðið.
- Orsøkin til hesa gongd er, at vit á STROK eru sannførd um, at børn og ung sjálvandi vita best, hvat børn og ung vilja lesa, sigur Beinta Johannessen, blaðstjóri á STROK.
STROK hevur eisini eina heimasíðu www.strok.fo. Síðan er til børn og ung í aldrinum 7-14 ár. Tilfar verður javnan lagt út og fevnir um alt frá testum, kappingum, myndafrásagnum, ummælum, video og greinum um alt millum himmal og jørð.
- Á strok.fo kunnu vit røkka lesarum hvønn dag við nýggjum, feskum, spennandi og áhugaverdum tilfari, sigur Beinta Johannessen. - Vit koma beinleiðis í samband við lesararnar, og á strok.fo kunnu teir skriva til okkara og koma við sínari meining og uppskotum um, hvat tey vilja lesa um bæði á strok.fo og í STROK. Tey kunnu eisini spyrja Gløgga Blobb og onnur, senda inn tekningar, myndir og video. Børn duga so nógv ymiskt, og STROK er pallurin, har tey kunnu vísa tað.
Í ár fáa allir næmingar frá 1.-7. flokk fyrsta blaðið ókeypis, so tey kunnu uppliva fjølbroytta og spennandi innihaldið í blaðnum. Tey, sum tekna eitt STROK-hald, verða limir í STROK- klubbanum og fáa eitt kult STROK-kort, sum er knýtt at strok.fo, umframt at tað eisini gevur avsláttur í handlum og fyritøkum kring landið. Á strok.fo sæst, hvar og hvussu kortið kann brúkast.
Fyrsta STROK-blaðið verður borið út í skúlarnar í hesum døgum saman við haldaraseðlum. Tað ber sjálvandi eisini til at tekna seg sum haldara á strok.fo.