Allan dag vóru bardagar millum vápnaðar bólkar, sum bardust um eftirlitið við altjóða floghavnini í libyska høvuðsstaðnum Tripoli.
Tíðindastovurnar skriva, at ein bólkur, ið nevnist al-Awfea, tók valdið í floghavnini í morgun við tí fyri eyga at fáa myndugleikarnar at lata leiðaran í bólkinum, Abu Alija al-Habshi, leysan. Sagt verður, at álopsmenninir settu bilar á lendingarbreytina, so øll flogferðsla mátti avlýsast.
Seinnapartin komu menn hjá einum øðrum vápnaðum fólki til floghavnina, og eftir bardagar í nakrar tímar eydnaðist tað teimum at reka menninar hjá al-Awfea burtur haðani. Stutt eftir bleiv floghavnin latin uppaftur.