Barcelona vil hava Arsenal-spælarar

Barcelona vil hava bæði Emmanuel Eboue og Cesc Fabregas til komandi kappingarár Ígjár segði varaforsetin í FC Barcelona, Alfons Godall, at innan stutta tíð verður Cesc Fabregas Barcelona-spælari.

Ì dag skrivar enska blaðið, The Sun, at venjarin hjá Barcelona, Pep Guardiola eisini ynskir sær ivorianska verjuspælaran hjá Arsenal, Emmanuel Eboue. Sáttmálin hjá Emmanuel Eboue gongur út í summar, og nú ætlar Barcelona at handla.

Men verður tað lætt at fáa fatur í Emmanuel Eboue, so verður ikki líka lætt at fáa Cesc Fabregas til Barcelona. Sambært The Sun fer Arsenal væntandi at krevja 40 miljónir pund fyri at lata Cesc Fabregas sleppa til Barcelona.