Barcelona vann í Týsklandi

Barcelona vann í kvøld fyrru 1/8 finlauna í Champions League móti Bayern Leverkusen. Alexis Sanchez skoraði tvey og Lionel Messi eitt mál fyri Barcelona í 3-1 sigrinum. Lyon vann hina 1/8 finaluna, sum varð spæld í dag móti Apoel Nicosia.

 

Barcelona tapti um vikuskiftið í landskappingini og liggur nú 10 stig aftanfyri Real Madrid. Bayern Leverkusen mundi tí síggja ein møguleika fyri at kunna fáa eitt gott útgangsstøði undan seinna dystinum á Nou Camp. Í fyrra hálvleiki bendi tó lítið á, at vertirnir ætlaðu nakað.

 

Barcelona hevði bóltin allan fyrra hálvleik og Bayern Leverkusen hevði ikki so mikið sum eina roynd á málið hjá Victor Valdes í Barcelona málinum. Barcelona kom á odda stutt fyri hálvleik, tá Lionel Messi sendi Alexis Sanchez avstað í høgru. Framherjin úr Kili prikaði bóltin millum beinini á málverjanum og í mál.

 

Vertirnir komu út til seinna hálvleik við meiri trúgv upp á tingini og royndi at bjóða Barcelona av. Tað gav úrslit bara sjey minuttir inn í seinna hálvleik, tá Michal Kadlec stútaði fyrstu royndina hjá Bayern Leverkusen í málið.

 

Tað gingu bara tríggir minuttir, so legði Alexis Sanchez Barcelona á odda aftur. Hann gjørdist leysur við málmanninum. Rak framvið honum og trillaði bóltin í tóma málið. Tríggjar minuttir fyri tíð økti Lionel Messi um leiðsluna, tá hann tveitti seg fram og prikaði eitt Daniel Alves innlegg í málið.

 

Lyon vann 1-0 á heimavølli móti Apoel Nicosia úr Kýpros. Alexandre Lacazette skoraði einsamalla málið tá áleið ein tími varð spældur.

 

Champions League 1/8:

 

14/2(í dag):

Bayern Leverkusen – Barcelona 1-3

Lyon – Apoel Nicosia 1-0

 

15/2:

Zenit – Benfica (17:00)

AC Milan – Arsenal

 

21/2:

CSKA Moskova – Real Madrid (17:00)

Napoli – Chelsea (19:45)

 

22/2:

FC Basel – Bayern Munchen (19:45)

Marseille – Inter Milan (19:45)