Jyske Bank, sum er triðstørsti banki í Danmark, hjálpir sínum altjóða viðskiftafólkum at snýta í skatti. Bankin dylur tað ikki, tí á heimasíðuni greiðir Jyske Bank frá, hvussu tað ber til at sleppa undan skatti, og hvussu bankin kann hjálpa fólki at fjala ogn umvegis eitt tryggingarfelag í Liktinstein.
Nyhedsavisen skrivar, at Jyske Bank ger sær dælt av einum holi í ES-reglunum. Sambært einum skattaserfrøðingi er virksemið hjá bankanum ikki ólógligt, men tey, sum fáa vegleiðing frá bankanum og snýta í skatti, bróta lógina.
Fleiri politiskir flokkar í Danmark undrast á hetta virksemið hjá Jyske Bank, men Per Munkholm Poulsen, deildarstjóri hjá bankanum, sigur við Nyhedsavisen, at bankin hevur einki í at velja.
-Vit gera heldur onga roynd at dylja tað, sigur hann.