Bakkafrost festir eyguni á Kina

Stórur vøkstur í útflutninginum til Asia og eysturevropa.

 

Umboð frá Bakkafrost hava júst verið á sølustevnu í Dubai, við tí endamáli at vinna sær størri pláss á asiatiska laksamarknaðinum.

 

Bakkafrost vónar at fáa fótin inn á kinesiska marknaðin og higartil sær tað út til at eydnast væl. Í 2011 var útflutningurin til Kina 13,1 prosent av útflutninginum av feskum laksi. Í 2012 var útflutningurin til Kina 16,3 prosent av samlaða útflutninginum, men í 2013 var eitt ordiligt lop, upp á 26,7 prosent av samlaða útflutninginum. Virði á hesum útflutninginum var 367 milliónir krónur, 122 prosent meiri enn árið fyri.

 

Árni Olsen sigur, at í USA eru tað serliga sushi-matstovurnar, ið biðja um føroyskan laks.

- Føroyskur laksur hevur sera gott orð á sær millum sushi-matstovurnar í USA; okkurt bendir á, at føroyskur laksur er best umtókti laksurin til sushi, “ sigur Árni Olsen við Undercurrentnews. Hann greiðir frá, at Bakkafrost nú er farið at nýta sína góðu støðu á amerikanska marknaðinum til at selja frystar laksaverðar eisini. Um helvtin av framleiðsluni hjá Bakkafrost er fryst vøra.

 

Útflutningurin hjá Bakkafrost til eysturevropa er voksin upp í 24 prosent av samlaða útlfutninginum, samanborið við einans 4 prosent fyrsta ársfjórðing í fjør. Minni fiskur verður tí fluttur til USA, ES og Asia.

 

Árni Olsen sigur við undercurrentnews, at hann heldur, at útflutningurin til eysturevropa hevur voksið seg so stóran sum gjørligt.

- Stjórin hjá okkum hevur sagt, at tað er lítið sannlíkt, at útflutningurin til Russlands fer at veksa meiri. Okkara avmarkaða framleiðsla loyvir okkum ikki at fara frá verandi kundum og ístaðin selja til Russlands. Okkara framleiðsla er um 70.000 tons, meðan russiski eftirspurningurin er 150.000 tons. Tað gevur onga meining hjá okkum at royna at filla tann tørvin, sigur Árni Olsen.