Úrslitið 1. ársfjórðing hjá alifyritøkuni Bakkafrost var 87 milliónir krónur eftir skatt. Góða lívfrøðiliga gongdin og teir høgu laksaprísirnir seta sín dám á úrslitið. Alideildin hevði serliga gott úrslit orsaka av góða laksaprísinum.
Úrslitið pr. kilo (EBIT) var 20,09 krónur hjá alideildini, svarandi til 22,51 NOK/kg. Sammett við onnur altjóða alifeløg er hetta millum tey bestu og samstundis besta úrslitið pr. kilo, sum felagið hevur havt. Leiðslan fegnast um, at føroyska felagið er effektivt og kann vera í fremstu røð í altjóða kappingini um at fáa sum mest burtur úr hvørjum seldum kilo.
– Vit eru sera væl nøgd við úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing 2014. Lívfrøðiliga gongdin er góð, og høgi laksaprísurin setti sín dám á úrslitið. Útlitini fyri restina av árinum eru hampiliga góð, laksamarknaðurin er sterkur og sáttmálarnir hjá okkum fyri 2014 eru á einum munandi hægri støði enn í 2013. Vit meta tó, at prísurin á laksi verður lægri í summar og í heyst, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.
Tøkan av laksi í 1. ársfjórðingi var 9.269 tons av kruvdum laksi, og felagið sjósetti 3,0 mió. smolt í tíðarskeiðinum.










