Bahá?í 50 ár í Føroyum

Tíðindaskriv

Í mars mánaði fer Bahá?í-samfelagið undir eitt ár við minningartiltøkum fyri at hátíðarhalda síni 50 ár í Føroyum.
Hetta árið er ognað minninum um Eskil Ljungberg (1886-1985), tí fyrsta Bahá?ianum í Føroyum. Ein framsýning, ið ber heitið »Heilsanir og lukkuynskjanir frá ymsastaðni í heiminum«, ið er opin fyri øllum, varð partur av móttøku, ið var á Bahá?í-Miðstøðini í Gundadali seinasta leygardag.
Vístur verður fram ein hópur av postkortum og boðskrivum, ið eru send úr øllum heiminum til Bahá?íarnar í Føroyum við hetta høvið á framsýningini.
Framsýningin verður opin hvønn týsdag (kl. 20.00-21.00) og sunnudag (kl. 14.00-16.00) til og við tann 15. april.
Tiltøk ígjøgnum árið fara at fevna um ymiskar framsýningar og útgávuna av einum bóklingi um lívið hjá Eskil Ljungberg.