Tað verður Chelsea, sum skal møta Manchester City í hálvfinlauni í FA Cup. Demba Ba tryggjaði í dag Chelsea ein 1-0 sigur á Manchester United við dreyma máli.
Chelsea og Manchester United spældu í dag umdyst í fjórðingsfinaluni í FA Cup. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 2-2.
Fyrri hálvleikur var lítið hendingaríkur og einki mál kom. Í seinna hálvleiki kom meiri ferð á spælið og møguleikarnir blivu fleiri.
Longu fimm minuttir inn í seinna hálvleik kom Chelsea á odda. Juan Mata sendi ein høgan bólt inn í brotssteigin, har Demba Ba tveitti seg fram hegnisliga fekk fótin á bóltin, sum endaði í málhorninum.
Chelsea hevði fleiri møguleikar at økja, men tað endaði við at Manchester United var um reppið at javna, men Robin van Persie rakti ikki málið úr stuttari fjarstøðu. Javir Hernandez var eisini nær avið at javna stutt eftir málið, men Petr Cech stórbjargaði á strikuni.
FA Cup hálvfinalur:
Leygardagin 13. apríl
Millwall Wigan (17.15)
Sunnudagin 14. apríl
Chelsea Manchester City (16.00)