Nøkur loftmiðlafólk hava roynt at kriminalisera Kára P. Højgaard fyri at virka fyri broytingum í ferðslulógini, men einki kann verða meira skeivt! Undirritaði hevur í minst tveimum førum heitt á Kára P. Højgaard, sum mín starvsfelaga, sum eisini livir av sínum koyrikortið (mótsatt t.d. Høgna Djurhuus, tíðindamanni!), um at virka fyri at broyta ferðslulógina. Fyrstu ferð longu í fjør. Soleiðis at vit fáa eina rættvísa ferðslulóg, sum ger mun millum vilja brot og óvilja brot, ger mun millum tað, sum verður gjørt í óflýggjaskapi, og tað sum verður gjørt í ósketni. Kári P. Højgaard hevur soleiðis arbeitt við málinum longu langt áðrenn hann sjálvur kom út fyri at gera eitt brot í ósketni, í ferðsluni. Ella sagt við øðrum orðum: Kári P. Højgaard er talurørið hjá øllum, ið eru rakt av víkiskyldispara-graffuni.
Liva av koyrikortinum!
Eg eri álitismaður hjá postmonnunum í útberingini í Suðurstreymoy, sum eins og hýruvagnsførarar, buss-førarar, sølufólk, portørar, lastbilsførarar o.o. liva av sínum koyrikortið. Uttan koyrikort verður livibreyð-ið skrætt undan okkum. Tað var eisini, sum táverandi varaálitismaður, at eg heitti á Kára P. Højgaard í fjør, um at virka fyri, at henda hóttanin ímóti livibreyði okkara var strikað í ferðslulógini. Eitt mistak undir arbeiði.......og ein kann missa arbeiðið við tí revsingar-taksering núverandi ferðslulóg leggur upp til. Kári, starvsbróðir (og tingmaður) hevur frá fyrsta degi eg nevndi hesa ólukku víkisskylduparagraffina fyri honum havt 100 % forstáilsi, at livibreyðið hjá m.a. okkara starvsbólki er hótt við hesu óetisku ferðslulóg. Men hetta er óiva ringt at skilja fyri fólk, sum hava mussaskøðið og telduna, sum sítt livibreyð!
Samtykti ikki lógina!
23 av teimum núverandi 32 tingmonnunum, ið samtyktu lógina sita enn á tingi. Kári P. Højgaard sat ikki á tingi á vári í 2000 tá henda fyri mong vanlagnuliga ferðslulógin bleiv samtykt 32-0, og sett í gildi 1. juli 2000. Kári P. Højgaard eigur sostatt ikki lut í hesi løgtingssamtyktini. Men hetta yvirsær ella yvirhoyrir almenni loftmiðilin, sum forrestin noktaði postboðunum í Havn at senda einum starvsfelaga, ið fór úr starvi eftir 30 ára tænastu, eina heilsan í "Máltráðnum" og "Tit skriva, vit spæla!", men vit eru jú eins og Kári P. Højgaard bara nakrir gemenir postmenn!.
Offur og fríkendur!
Undirritaði kennir víkiskyldisbrot á sínum kroppi, betri enn nakar annar. Eingin er dripin av einum víkiskyldisbroti, men tann, sum hevur verið nærmast er undirritaði sjálvur. Eg eri eisini ein av teimum heilt fáu hepnu, sum ikki hevur fingið koyrikortið frádømt í Føroya Rætti fyri eitt víkiskyldisbrot. Bæði hesi brot hendu undir tí arbeiði, sum er livibreyðið hjá mær, eins og tað er tað hjá Kára P. Højgaard. Tískil vendi eg mær til júst Kára P. Højgaard, um hetta málið, og havi eg sent honum onkrar "rykkjarir" um hetta málið, fyri at brúka eina post-termologi. Alt langt áðrenn hann ólukkutíð bleiv raktur av lógini sjálvur!
Hygg eftir Svøríki!
Tann annars dugnaligi journalisturin Høgni Djurhuus er eisini skrivari hjá Norrøna Felagnum. Sum norrønur skrivari átti at verið upplagt at kanna t.d. ferðslulógirnar hjá hinum norðanlondunum. Um ein setur sjóneykuna á svensku ferðslulógina, so hevði t.d. ein journalistur sæð, at víkiskyldisbrot verða ikki eins hart revsaði í Svøríki, sum í Danmark, og í føroysku "bastard-lógini". Svenskarar, sum loftmiðlarnir kalla: "Sviar" (Bert fólk í Mið-Svøríki eru svear!!) hava hinvegin valt at sláa hart niður á t.d. rúsdrekkakoyring og hasardkoyring. Og eg kann lova tykkum fyri, at svenskarar hava virðing fyri síni ferðslulóg! Hetta kann ikki sigast um føroyingar og føroysku ferðslulógina! Føroyska ferðslulógin síðustillar 0,79 í promillu, og ferð við 150-200 km/t ájavnt við víkiskyldisbrot. Hetta er tað, sum nærum allir bilførarar - Kári P. Højgaard íroknaður - ynska at broyta, og hvat er skeivt við tí? Ein kennur mein í annans bein, tá ein er raktur sjálvur! Góða eydnu Kári! við stríðnum fyri eini meira rættvísari ferðslulóg, sum verður skorin eftir føroyskum leisti og umstøðum.
Við rættvísiskvøðu.