B68 vant burtur úr HB

Tað hevur verið góður fótbóltsdagur hjá toftamonnum í dag. Aftaná at besta B68 liðið hevði vunnið 1-0 ímóti besta KÍ liðnum, vann næstbesta B68 liðið 4-0 á næstbesta HB liðnum. Hálvleiksstøðan var 2-0.

Stóri maðurin hjá B68 var Óli Olsen, sum skoraði trý av málunum. Fimm minuttir vóru farnir, tá ið Óli Olsen við vinstra beini og úr høgru setti bóltin í handara síðunetið. Møguleikin stóðst eftir diagonalsending frá Andrá Olsen úr vinstru.

Fimm minuttir fyri steðgin økti Óli Olsen til 2-0 eftir at rangstøðufellan hjá HB var kiksað.

Fimm minuttir eftir steðgin økti Badara til 3-0 eftir hornasparksinnlegg, og eitt korter fyri leiklok staðfesti Óli Olsen rimmar heimasigurin, tá ið hann eftir kapprenning við verjuspælara gjørdist leysur og setti bóltin framvið málverjan.