B68 takkaði fyri seinast

1. DEILD: Toftamenn tóku á Tórsvølli í kvøld enn eitt stig ímóti bestu deildini

Fyrsta august var tað stórt vónbrot hjá toftamonnum, tá ið teir noyddust sum av torvheiðum heim aftur úr høvuðsstaðnum. Tá vann næstbesta liðið hjá HB 1-0.

Í góðveðrinum í kvøld var B68 aftur í høvuðsstaðnum. Mótstøðuliðið á Tórsvølli var aftur næstbesta liðið hjá HB.

Nú eru toftamenn á veg til hús aftur við fullari úrtøku. B68 vann 3-1, og sigurin ber við sær, at Øssur Hansen og hansara menn framvegis eru besta boðið upp á liðið, sum fer at flyta beinleiðis upp í bestu deildina.

B68 hevur 31 stig og er nú á triðja plássi – eitt stig frammanfyri HB og 07 Vestur.

Týskvøldið fær B68 vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. Úrslitið í grannauppgerðini kann fara at vísa seg at fáa heilt stóran týdning fyri, um tað skal eydnast B68 at flyta beinleiðis upp í bestu deildina.

Í 12. minutti var tað miðvallarin Tonni J. Thomsen, sum legði B68 á odda 1-0.

Eitt stórt korter var farið, tá ið Kevin Schindler, hjálparvenjarin, javnaði. Uppleggið átti Rói av Fløtum.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki svaraði B68 aftur. Málskjútti var Andri Benjaminsen eftir upplegg frá Bárði Ó. Jensen.

Ari Johannesen varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, og hann staðfesti 3-1 B68 sigurin, tá ið seinni hálvleikur var eitt korter gamal.

Tróndur Jensen var á HB liðnum alla tíðina. Øssur Dalbúð var á vøllinum fyrsta tíman.

Týskvøldið fær HB vitjan av KÍ.