Tað var ikki gamalt, at næstbesta liðið hjá B36 var við í kappingini um heiðursmerkini í næstbestu deildini. Ofta hevur liðið verið í 2. deild, og tá ið liðið hevur verið í næstbestu deildini, hevur tað ofta snúð seg at stríðast fyri at varðveita plássið.
Nú sær tað út til at vera heilt øðrvísi. Í dag lyfti B36 seg við trivaligum 4-1 heimasigri ímóti KÍ fram á bronsuplássið. Hálvleiksstøðan var 2-0.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki umsetti liðformaðurin Rasmus Dan Sørensen brotsspark til 1-0, eftir at eyðsýndi Gilli Samuelsen varð feldur. Eftir gott álop og innlegg úr høgru stútaði Villiam Klein við handara stólpa til 2-0.
Beinanvegin eftir steðgin økti Hans Jákup Annfinsson um munin til 3-0, tá ið hann sendi bóltin úr høgru og í málið eftir góða sending úr vinstru.
Dómaraseðilin sigur, at B36 økti um munin til 4-0, áðrenn KÍ minkaði um munin. Tað var KÍ, sum minkaði um munin, tá ið Dávid Langgaard, sum var greitt besti maður hjá KÍ, við brotssparki setti bóltin í málið, eftir at liðformaðurin Kristoffur Jakobsen varð feldur av Símun Rógva Hansen, sum vardi B36 málið, nú Rói Mørk Hentze var skaddur.
Og so var tað, at Hans Jákup Annfinsson skoraði fyri aðru ferð og staðfesti sigurin, sum ber við sær, at B36 hevur 11 stig.
KÍ er saman við FC Suðuroy aftast við fýra stigum.
Um eina viku skal B36 spæla toppdyst á Skála, meðan KÍ skal spæla á útivølli ímóti Víkingi.











