B36-javnleikur hevði hjálpt roknskapinum

Fyri føroyska felagsliðs-roknskapin í UEFA rankings var tað gott, at Víkingur og HB fingu stig

Føroysku felagsliðini eru nummar 50 av 54 limalondum í UEFA, tá vit hyggja eftir roknskapinum fyri UEFA rankings.

 


Føroysku felagsliðini eru beint frammanfyri felagsliðini úr Estlandi, og væl frammanfyri felagsliðini úr Andorra, San Marino og Gibraltar.

 

Føroysku felagsliðini eru beint aftanfyri felagsliðini hjá Armenia og Wales, og nakað aftanfyri felagsliðini í Norðurírlandi, tí var tað serliga ergiligt, at B36 ikki fekk ein javnleik ímóti Linfield.

 

Hinvegin munaði tað stórliga, at Víkingur vann á Daugava, og at HB við einum 1-1 javnleiki ímóti Lincoln úr Gibraltar á útivølli stendur á gáttini til at koma víðari í Champions League undankappingini.

 

Føroysku liðini spæla ikki bara fyri at koma víðari, men eisini fyri felags føroyska roknskapinum. Til samanberingar kann nevnast, at íslendsku felagsliðini eru nummar 37 í tí sama roknskapinum.

 

Felagsliðs-roknskapurin fyri tey 54 UEFA limalondini sæst á hesari slóðini: http://www.uefa.com/memberassociations/uefarankings/country/index.html