Tað er neyvan av tilvild, at fólk fyri øldum síðan búsettu seg á Sandi. Her er slættur og góður vøkstur. Ein partur av bønum liggur oman yvir sandi.
Sólin hitar sandin meira, enn hon hitar moldina, og tá tað regnar, seyrar vætan skjótt burtur aftur, so einki liggur og rotnar og doyr í vætu.
Á Sandi er vanligt, at bøndur sláa bøin bæði tvær og tríggjar ferðir, og nógv eru tey, sum eiga eina góða eplaveltu við frálíkum og vælsmakkandi sandeplum.
Longu nú um dagarnar hava bøndur á Sandi, sum koyra grasið í brunn, sligið bøin fyrstu ferð í ár, soleiðis sum viðhefta mynd vísir.
Junimánaði er bara hálvrunnin, grasið er væl vaksið, og tí bendir mangt á, at hetta verður eitt av árunum, har grøðin fer at roynast.