Bátar av Skálafirði fáa nógvan brisling

Bátar av Skálafjørðinum hava teir seinastu dagarnar fingið nógvan brisling. Nordafar báturin Katrin, sum landar brislingin í Søldarfirði, hevur gjørt fleiri góðar dagar. Men eisini Bakkaberg, sum júst er umbygdur til at fiska við nót, hevur gjørt onkran góðan túr, mánadagin landaðu teir 30 tons á Bakka.

Bátarnir er væl riggaðir til, teir pumpa fiskin upp úr nótini, somuleiðis verður veiðan pumpað úr lastini upp í bingjur frá Faroe Ship, sum koyrir veiðuna til Havsbrún.

Bakkaberg er ex 20 tonsarin ? Anna Maria? smíðaður í Fuglafirdi í 1966. Báturin hevur verið brúktur til troling, garnaveiðu, senllu og línu fiskiskap, báturin er nú umbygdur til nótafiskiskap, útgerðin umborð er sera framkomin t.d. ?vatn-jet? síðuskrúvur aftan og framman, og krana til at arbeiða við á dekkinum.