1. Framtaksgrunnurin
Reglurnar um Framtaksgrunnin eigur løgtingið at fáa sett uppá pláss aftur.
Tað hevur í alt ov langa tíð verði skapt óróð og ótrygleiki um ognirnar og virksemið hjá Framtaksgrunninum (Fiskavirking og Fiskasøluni og øðrum ognum hjá grunninum).
Ótrygleikin byrjaði tá íð landsstýrið broytti reglurnar fyri Framtaksgrunnin, soleiðis at landsstýrismaðurin í praksis situr við hvørjari eigaraavgerð í kneppinum.
Upprunaligu reglurnar vóru júst ætlaðar tí øvugta, nevniliga at løgmaður tryggjaði nevndini arbeiðsfrið og tryggjaði, at avgerðirnar ikki vórðu politiskar.
Eg skal koma aftur til málið um Framtaksgrunnin í seinni grein.
2. Fjølmiðlaábyrgdarlóg
Fjølmiðlaábyrgdarlógin var samtykt í løgtinginum í 1997 men er ongantíð sett í gyldið fyri Føroyar, tí av løgtinginum broytta uppskotið leyk ikki treytirnar fyri ríkslógartilmæli. Síðan hevur sitandi landstýri arbeitt við einum serføroyskum uppskoti, men heldur ikki hetta er enn blivið til nakað.
Fjølmiðlaábyrgdarlógin má setast í gyldið. Tað ber ikki til í einum framkomnum samfelag, at vit ikki hava skipaði viðurskiftir á fjølmiðlaøkinum.
Tað hoyrir ongastaðni heima, at partarnir sjálvir eru í hornatøkum hvørja ferð eitt hvørt ivamál er viðvíkjandi pressuni. Fjølmiðlaábyrgdarlógin má setast í gyldi skjótast gjørligt, hon skal betur tryggja eina objektiva pressu og rættvísa viðgerð av persónum.
3.Pensionistar
Tað triðja málið eg ætla mær at nevna hesuferð, er viðvíkjandi pensiónum. Tá ið pensiónistar skulu viðgerðast skattliga, um teir hava aðra intøku enn pensiónina, verður eisini renta av innistandandi rokna sum inntøka. Tað er skiljandi. Men at skattur av rentuinntøkuni, eisini telur við í inntøkuna, tað tykist sera órímulig.
Hetta eiga tingmenn at kanna nærri og fáa broytt.
Eftirmetingar av lógum og reglum eiga alla tíðina at verða gjørdar. Tingmenn mugu eisini sjálvir seta fram uppskot um hetta. Tað ber av góðum grundum ikki altíð til at bíða eftir landsstýrinum.