Búskaparráðið: Sera stór framgongd í búskapinum

Búskaparráðið ásannar í nýggjari frágreiðing, at sera stór framgongd er í búskapinum -Stórt trot er á arbeiðsmegi, og í løtuni fer ein ásýnilig lønarglíðing fram, sum skjótt kann koma at ávirka kappingarevnini í útflutningsvinnunum skeiva vegin, sigur Búskaparráðið í sínari nýggju frágreiðing.

Ráðið sigur, at vinnufyritøkurnar høvdu um hálvársleitið økt sína skuld 55 prosent. Sagt verður, at tað er lítið, sum bendir á, at fyritøkurnar hava økt íløgurnar samsvarandi, men at tað heldur verður máað burtur av kapitalgrundarlagnum undir fyritøkunum.

-Fyritøkur eru keyptar og seldar. Fleiri av teimum hava sitið við fiskiloyvum, sum harvið eru blivin kapitaliserað, so eginkapitalur er tikin út úr vinnuni, og fremmandafígging er komin í staðin. Hesum má ansast eftir, staðfestir Búskaparráðið í nýggju frágreiðingini.