Elin Lindenskov
býráðslimur Javnaðarlfoksins í Havn
Til seinasta val lovaðu vit at loysa barnaansingartørvin innan 10 ár. Tá var búskaparkreppan ikki av, og tá mettu vit, at kommunan kundi klára 30 nýggj pláss um árið. Tá stóðu 289 børn á bíðilistanum, sum ikki høvdu nakað tilboð um pláss.
Seinastu 4 árin hava vit útbygt barnagarðsplássini við 280 plássum afturat - 70 nýggj pláss um árið. Vit hava útbygt meira enn tað dupulta av tí, vit lovaðu. So í veruleikanum hava vit loyst tann tørv, ið var tá. Vit hava enntá loyst tørvin uppá 4 ár, sum vit væntaðu at loysa uppá 10 ár. Javnaðarflokkurin er tann einasti flokkur, sum hevur torað at bundið seg til at tryggja øllum børnum mennandi barnaansingartilboð.
Hóast risastóru útbyggingina, so standa enn út ímóti 400 børn á bíðilistanum til barnagarðspláss. Hetta kemst av, at tilflytingin til Havnar hevur verið sera stór seinastu árini.
Javnaðarflokkurin hevur alla tíðina arbeitt fram ímóti at loysa barnagarðstørvin, men tað hevur verið trupult at fylgt við, tá ið fólkatalið samstundis veksur so skjótt. Tí hava vit lagt eina ætlan, sum vil loysa tørvin eftir trimum árum. Javnaðarflokkurin heldur, at um viljin er til staðar, so ber væl til at nøkta tørvin 100%.
Hagtøl, sum byggja á ein vøkstur í fólkatalinum uppá 5% um árið, vísa okkum, at barnatalið ikki fer at vaksa so nógv sum nú, nøkur ár fram yvir, tí duga vit ikki at skilja, hví aðrir flokkar eru so bangnir fyri at loysa barnaansingartørvin. Fyri Javnaðarflokkin er tað ein spurningur um vilja, vilja til at loysa tann mest átrokandi spurningin, sum er í kommununi í dag. Tað ræður bara um at raðfesta. Javnaðarflokkurin hevur valt at raðfesta børnini ovast.










