Býráðið er kunnað í málinum

Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan við Keldu, sigur seg alla tíðina hava arbeitt eftir býráðssamtykt

Tá vit spurdu bogarstjóran í Klaksvík, Jógvan við Keldu, um hansara støðu til omanfyrinevndu atfinningar, gjørdi hann púrasta greitt, at hann als ikki er samdur við andstøðuni í hesum.

Vísandi til býráðssamtykt frá 27. januar 1999 greiddi borgarstjórin frá, at eitt samt býráð tá gjørdi av, at Klaksvíkar Kommuna skuldi gera krav upp á sítt innistandandi í kommunala kreppulánsgrunninum, eftir at ein eingangsupphædd var útgoldin ringast støddu kommununum.

Samtyktin tað ferðina bygdi á tilmæli frá fíggjarnevndini, sum hevði havt málið til viðgerðar 13. januar.


Valár er í ár

Sum nevnt varð hetta samtykt fyri góðum ári síðani, og borgarstjórin sigur seg alla tíðina hava hildið seg til arbeiðssetningin hesum viðvíkjandi.

Hann leggur afturat, at hann javnan hevur kunnað býráðið um støðuna í málinum, seinastu ferð 14. desember 1999, og ongantíð hevur nakar mótmælt tí arbeiði, sum er farið fram í málinum higartil.

-Tískil metti eg, at tað var greið semja í býráðnum um, at kommunan sjálv avgreiður síni lániviðurskifti, sigur Jógvan við Keldu.

-Alt gongur í friðartíð, sigur borgarstjórin, sum við hesum sipar til at talan í ár er um valár, og andstøðupolitikararnir tískil helst vilja manifestara seg. Sjálvur vil hann tó ikki hava ákærurnar sitandi á sær, og ger hann tí greitt, at hann hvørki hevur logið ella dult nakað fyri andstøðuni.

Jógvan við Keldu sigur at enda, at málið verður lagt fyri á býráðsfundi í komandi viku, soleiðis at endalig greiða fæst á málinum.