Ígjár ringdi ein bóndi úr Saksun til løgregluna at kæra sína neyð. Hann var farin at. reka í ullarroyting í í gjár, men tað var dýrdarveður og tískil vóru eisini nógv fólk farin sær í hagan í gjár. Og hann greiddi løgregluni frá, at hann varð so illa órógvaður av ferðafólki, sum gekk í haganum, at hann fekk ikki rikið.
Løgreglan sigur, at slíkar hendingar eru ikki mál, tey fáa fjørt nakað við. Hinvegin bóðu tey bóndan venda sær til sýslumannin fyri vita um tað ikki bar til at finna eina loysn til næstu ferð, kanska við at seta portur fyri vegin teir dagarnar, rikið verður.











