Bíligir Opel Astra og Vectra við reinum motorum

Í eina tíð hevur bilasølan hjá Meinhardt Arge havt sera góð tilboð av Opel Astra og Vectra bilum. Søgur ganga um, at hesir bilar eru sendir til Føroyar, tí at teir ikki kunnu seljast á meginlandinum. Verkførarin á bilverkstaðnum, Heðin Weihe, sigur at als onki hald er í hesum søgum

Bilar
Magnus Gunnarsson

Vit hava øll hoyrt og sæð lýsingar í fjølmiðlunum um at bilasølan hjá Meinhardt Arge hevur tilboð við Opel Astra ella Vectra bilum við aircondition til sera lágar prísir.
Søgur ganga um, at hesir bilar eru sendir hendan vegin, tí teir ikki lúka EU krøvini um umhvørvisdálking.

EURO 4 góðkendir
Heðin Weihe, verkførari hjá P/F Meinhardt Arge, sigur, at onki hald er í hesum søgum. Bilarnir hava teir nýggjastu ECOTEC motorarnar sum eru EURO 4 góðkendir. Tað vil siga at teir lúka tey strongu umhvørviskrøvini sum koma í gildi í 2006. Opel hava enntá gingið á odda við umhvørvisligum motorum.