Stóra bókmentavirðislønin, ið verður latin til minnis um Astrid Lindgren, er fimm milliónir svenskar krónur, og er hon tann størsta, sum givin verður barna- og ungdómshøvundum og myndprýðarum.
Í grundgevingini fyri at lata Katherine Paterson virðislønina varð millum annað sagt:
Katherine Paterson fer inn undir húðina á teimum ungu, viðkvæmu menniskjum, hon skapar, hvørt hendingarnar fara fram í søguligum og fremmandum umhvørvi ella í einum hørðum amerikanskum gerandisdegi. Við eini serstakari estetiskari kenslu sleppir hon sær undan einføldum loysnum og mennir í staðin íbornu styrkina og lívshugin í høvuðspersónunum
Týdd til føroyskt
Katherine Patherson er ikki heilt ókend um okkara leiðir. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav í 1989 út bókina Brúgvin, sum er um 10 ára gamla drongin Jess. Hann eigur 4 systrar, men trívist illa saman við teimum, tí tær eru so fjákutar. Men so flytir Leslie inn í grannahúsini, og hon er heilt øðrvísi enn aðrar gentur. Leslie fer við Jess inn í loyniliga heimin Terabithia, ein heimum á tremur við hugflog og vitan, og har mennist vinalag teirra. Jess broytist og fær dirvi at taka støðu sjálvur. Men tá verður Leslie brádliga tikin frá honum&
Bergljót Joensen (av Skarði) týddi bókina til føroyskt, sum kom út í Barnabókaklubbanum í oktober 1989.
At kenna seg uttanfyri
Katherine Paterson heldur sjálv, at tað er eitt undur, at hennara søgur onkursvegna røkka yvir um høv, mál, aldur, tjóðskap, ættfólk og allar tær forðingar, vit menniskju seta.
Hetta, at flestu høvuðspersónar hennara eru burturkveistraðir og við skerdan lut, men samstundis ikki lata seg kúga, heldur hon kemst av, at tá ið familja hennara kom úr Kina til USA, kendi hon seg fremmanda, sum kom hon frá eini aðrari gongustjørnu. Einastu vinir hennara vóru bøkurnar. Hetta hevði við sær, at Katherine Paterson longu sum barn fekk eina greiða fatan av, hvat tað vil siga at kenna seg uttan fyri tað viðurkenda samfelagið.
Katherine Paterson hevur skrivað 14 bøkur og hevur fingið eitt ótal av virðislønum. Brúgvin var fyrsta bók hennara, og fyri hana hevur hon fingið átta virðislønir úr fleiri ymiskum londum. At serliga Brúgvin hevur havt nógv at týða fyri hana sæst av, at heimasíðan hjá Katherine Paterson eitur www.terabithia.com










