Bókaklubbin á størstu donsku bókamessuni

Í døgunum 13.- 15. novembur er Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags við á Bogforum. Bogforum er størsta danska bókamessan.

Nógv spennandi er á skránni, og tú fært høvið at hoyra fleiri kendar rithøvundar: Johannes Møllehave, Håkan Nessar, Jan Guillou og Camilla Lackberg eru bara nakrir. Okkurt stuttligt verður eisini til børnini.

Bókamiðsøluni er saman við forlagnum Torgarð á bási nummar 16. Á básinum sigur Bárður Oskarson frá um bókina »Pól hin kuli giraffurin«, Og Jógvan Isaksen sigur frá bókini »Krossmessu« sí www.forlagettorgard.dk

Bókaklubbin luttekur á Bogforum fyri at gera vart við seg millum føroysku útisetarnar. Føroyingar, sum búgva niðri, vilja flestir at børnini skulu læra móðurmálið, og í hesum sambandi er bókin eitt sera hent amboð, sum er við til at styrkja barnið málsliga, sigur Bókaklubbin.

Bókaklubbin letur øllum áhugaðum ókeypis atgongumerki til messuna. Fyri at ogna sær atgongumerki, kanst tú fara inn á heimasíðuna www. bokaklubbin.fo og skráseta teg ella ringja til 317644 áðrenn 9. novembur.