Báðir landsdystirnir sendir beinleiðis

Sjónvarp Føroya hevur fingið loyvið at senda landsdystirnar ímóti Íslandi og Týsklandi beinleiðis. Vanliga hevur SVF trupulleikar at fáa loyvið at senda heimadystirnar beinleiðis, men av tí dysturin ímóti Týsklandi longu er útseldur, verður hann eisini sendur beinleiðis.

Sambært Varpinum, sum verður í Sosialinum í morgin, byrjar SVF at senda Ísland-Føroyar kl.16.00 leygardagin, og Føroyar-Týskland kl.19.45 mikukvøldið.