Báðir fongslaðir

Tveir útlendingar, sum tiknir vóru í Saltangará fríggjadagin fyri m. a. at hava stolið ein bil, sita nú báðir. Klokkan 13 í gjár vóru menninir í rættinum.

Annar fekk dóm beinanvegin. Fongsul í 14 dagar og endurgjaldskrav upp á umleið 40.000 krónur.

Hin maðurin varð varðhaldsfongslaður í 14 dagar.

Menninir vóru fullir, tá ið teir tóku ein bil og rendu á ein annan bil. Haraftrat høvdu teir frammanundan verið inni í einum handli og stolið.

Nevnast skal, at bilurin, sum teir tóku, stóð í gongd, og lætt var tí at taka bilin.