Avstralia letur nú upp aftur fyri ferðafólki

Avstralia hevur havt millum heimsins strangastu krøv fyri komu til landið, men nú verður latið upp aftur, treytað av, at fólk eru koppsett.

Eftir tveimum árum kunnu ferðafólk nú aftur fara til Avstralia at ferðast. Hetta verður galdandi frá 21. februar at rokna.

 

Avstralia hevur havt millum heimsins strangastu avmarkingar í koronu-tíðini.

 

Treytirnar fyri at sleppa inn í landið sum ferðafólk eftir hin 21. februar eru, at fólk skulu hava fingið tvær koppsetingar.

 

- Hetta eru reglurnar, og vit vænta, at øll, sum koma til landið, fara at fylgja reglunum, sigur avstralski forsætisráðharrin, Scott Morrison.

 

Innanríkisráðharrin í landinum, Karen Andrews, sigur, at fólk, sum ikki eru koppsett, noyðast at søkja um undantak fyri at sleppa til Avstralia.

 

- Síðan noyðast tey í sóttarhald, um tey yvirhøvur fáa loyvi at sleppa til landið, leggur uttanríkisráðharrin aftrat.

 

Avstralia hevur undir stórum pørtum av koronu-farsóttini verið fullkomiliga stongt.

 

Men, seinastu mánaðirnar hava ríkisborgarar og fólk við permanentum uppihaldsloyvi kunna ferðast frítt inn og út úr landinum.

 

Í eina tíð hevur sama verið galdandi fyri altjóða studentar og fólk við serligum arbeiðsloyvi, ið eru koppsett móti covid-19.