Avlýsingar hjá Strandferðsluni

Strandfararskip Landsins boða frá avlýsingum og ólag á øllum rutusambandinum.

Longu tíðliga í morgun boðaði Strandferðslan frá, at Smyril ikki sigldi av Havnini klokkan 08.30 og av Krambatanga klokkan 11.

 

Seinni í morgun hava bæði Ternan og Teistin avlýst siglingina fyribils. Strandferðslan boðar eisini frá, at siglingin hjá Sam um Kalsoyarfjørð veður óreglulig í dag, orsaka av veðrinum.

 

Og til seinast verður sagt frá, at Bygdaleiðir ikki koyra fyribils, av tí at so nógvur vindur er.