Avgreiddu 26 ósemjur um leigumál

Í fjør avgreiddi Leigunevndin 26 mál um ósemjur ímillum tey, sum leiga og tey, sum leiga út.

Tað sigur nevndin í ársfrágreiðing síni fyri 2012.

Tað eru fimm mál fleiri enn í 2011.

Annars hevur Leigunevndin fýra kærumál gangandi, sum ikki eru avgreidd enn.

Leigunevndin sigur, at nógv tey flestu kærumálini snúgva seg um, at leigari fær ikki depositum aftur frá útleigara.

- Slík mál taka ofta drúgva tíð at viðgera, tí ofta er neyðugt at hoyra partarnar í fleiri umførum, og tað setur leigaran í eina sera keðiliga støðu, um so er, at hann skal nýta depositum til annan bústað.

Men nú skuldi hesin trupulleikin verið loystur, tí í vár samtykti Løgtingið eina lóg, sum í størri mun tryggjar, at leigarar afturrindað inngoldið depositum.

Tað verður gjørt við at nú skal depositum rindast inn á eina serliga kontu í peningastovni, eina deponeringskontu, og ikki inn á kontu hjá útleigara.

Depositum er ikki peningur hjá útleigaranum og tí skal tað nú rindast inn á eina serliga kontu og ikki inn á kontu hjá útleigara.

Leigunevndin sigur, at ú?tleigari kann í mesta lagi krevja depositum, sum svarar til leigu í tríggjar mánaðir.