Avgerandi dystir í Champions League

Týskvøldið og mikukvøldið verða seinastu dystirnir í bólkaspælinum í Champions League spældir. Átta dystir verða spældir hvørt av kvøldunum. Í fleiri av bólkunum er avgerðin um, hvør fer víðari í kappingini, longu fallin, men í fleiri bólkum er eisini stórur spenningur um, hvørji lið koma víðari. Ein av bólkunum, har spenningurin er stórur, er hjá Barcelona, sum má vinna seinasta dystin ímóti Werder Bremen fyri at koma víðari saman við Chelsea.