Fyrr í dag vunnu Fleyr-kvinnur 3-0 á SÍ vesturi í Sørvági í einum dysti í meistaradeildini í flogbólti.
Settmunurin var 25-20, 25-20 og 29-27.
Aftaná dystin gjørdi Óli G. Samuelsen eina beinleiðis samrøðu við Onnu Sáru Leifsdóttir Skaalum á Rás2. Anna Sára Leifsdóttir Skaalum staðfestir, at tað er ein serlig avbjóðing at spæla í lítlu høllini vesturi í Sørvági, har tað eisini ofta er heitt, og bólturin ferðast skjótari: - Tað er avbjóðandi, men stuttligt at spæla í Sørvág, heldur hon fyri.
Spurd um hví tað var so tungt hoyggj at fáa triðja settið heim, svarar Anna Sára Leifsdóttir Skaalum, at tað er nakað, sum kemur fyri viðhvørt, men somikið betri at vinna settið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen hevði við Onnu Sáru Leifsdóttir Skaalum.