Ávara aftur um seinkingar og avlýsingar

Tað verður nógvur vindur í morgin og mánadagin

Hann sigur frá nógvum vindi í morgin og mánadagin. Tað verður út á seinnapartin og út á kvøldið, at hann øtlar vindin av útsynningi og vestri, og mánanáttina, og mánadagin, verður uppaftur meiri vindur av vestri og útnyrðingi. Í hvirlunum verður hann upp ímóti 30 metrum um sekundi, og tilfíðir eisini væl oman fyri 30.

 

Tí ger Strandferðslan vart við longu nú, at er væntandi, at ólag verður á samferðluni í morgin, og mánadagin, og tað verður bæði á siglingini við ferjunum og koyringini hjá Bygdaleiðum, at broytingar, og avlýsingar, eru væntandi.