Av fagrasti veðri á Voxbotn og Jóansøku

Danska veðurstovan DMI boðar frá góðum veðri mest sum alla vikuna.

Eitt hátrýst við Ísland stendur mest sum í stað. Eystan fyri hátrýrstið streymar køld luft yvir Føroyar úr norði og landnyrðingi. Hósdagin flytir hátrýstið seg í ein landnyrðing, og um vikuskiftið kemur eitt brúgvalag við regni móti Føroyum úr útsynningi, áðrenn tað steðgar og viknar.

 

Í dag verður eitt lot til andøvsgul av norði, 3 til 8 metrar um sekundið. Stundum sól og yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 10 stig, um náttina niður í 4 til 7 stig.

 

Mikudagin verður eitt lot til andøvsgul norði, 3 til 8 metrar um sekundið, sum um kvøldið snarar í ein eystan og út á náttina øtlar til eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Yvirhøvur turt og sólglottar, men um kvøldið verður skýggjað. Hitin millum 7 og 10 stig, um náttina niður í fýra til 7 stig.

 

Hósdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, til tíðir í støðum upp í strúk í vindi, 13 metrar um sekundið. Skýggjað og fyrst turt, men seinnapartin regn. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.

 

Fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 metrar um sekundið, men seinni makar hann vindin niður í eitt lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á, og seinnapartin í støðum mjørki. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin veksur hann vindin til eitt gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað, men regn av og á fyrrapartin, men seinnapartin turt. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig.

 

Sunnudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Stundum sól, men eisini regn av og á. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.