Atli kann fáa fyrsta dystin

Talan verður neyvan um nakra kollvelting í føroysku byrjunaruppstillingini. Men nýggjur maður skal finnast í verjuni, og tað kann gerast Atli Gregersen

Fótbóltur

 

- Eg sigi einki fyrr enn mikumorgunin. Tá eg havi tikið avgerðina um, hvussu liðið sær út, sigi eg tað fyri spælarunum. Og so fáa tit tað nokk eisini at vita til ta tíð.

Brian Kerr heldur sjálvur kortunum tætt at kroppinum, tá tosað verður um føroysku byrjunaruppstillingina til landsdystin móti Serbia. Hinvegin sigur venjarin, at talan neyvan verður um tær heilt stóru broytingarnar í mun til teir ellivu, sum byrjaðu í seinasta altjóða dystunum í fjør, tá vit spældu móti Eysturríki og Litava.

- Hugsar tú um, at tit spældu javnt móti Eysturríki, og at úrslitini annars hava verið á heilt góðari leið, tá tú hugsar um styrkina á mótstøðuni. So er ikki orsøk at gera tær heilt stóru broytingarnar í mun til liðið, sum Jógvan Martin tá valdi sær.

- Sjálvandi er Jón Rói ikki við, nú hann fyribils er givin. Og ein spælari sum Rógvi Jacobsen er heldur ikki tøkur. So tit skulu neyvan rokna við teimum heilt stóru broytingunum, sigur Brian Kerr.

 

Spæla 4-5-1

Skulu vit her á blaðnum gita um, hvussu føroyska liðið fer at spæla, so er lítil ivi um, at hetta verður við eini 4-5-1 uppstilling. Móti U21-landsliðnum spældi A-landsliðið eina framrættaða 4-3-3, men lítil ivi man vera um, at kantarnir verða togaðir nakað aftur, nú mótstøðan er nakað væl sterkari.

Í málinum er tó neyvan nakar ivi um Jákup Mikkelsen. Tosið um at Gunnar Nielsen longu í ár skal avloysa Jákup millum stólparnar er helst framvegis aktuelt, men skaðin hjá Gunnari ger tann spurningin óneyðugan júst nú.

Størsta yvirraskilsið verður kanska at finna í føroysku miðverjuni, nú nýggjur maður skal finnast fyri Jón Róa Jacobsen. Fróði Benjaminsen og Atli Danielsen hava báðir verið nýttir í miðverjuni fyrr, men í dystinum móti U21 vórðu teir báðir nýttir á miðvøllinum, og heldur ikki í venjingunum í gjár vóru teir at síggja sum stopparar. Tað kundi bent á, at Atli Gregersen verður annar av miðverjunum, og at Egil á Bø verður hin. Aðrir møguleikar eru Bartal Eliasen og Herbert í Lon, ella at Johan Troest Davidsen verður nýttur mitt fyri heldur enn í síðuni, men við bretsku fótbóltsfilosofiini í mentu, so er ikki ósannlíkt, at Atli Gregersen fær sín fyrsta A-landsdyst. Eitt val, sum kanska eisini gerst upplagt, tá hugsað verður um, at partur av álopsspælinum hjá Serbia er bygt kring luftsterka Zigic.

Á bakkunum stendur dysturin millum Jónas Tór Næs, Johan Troest Davidsen og Einar Hansen. Her stóð Jónas sterkari enn Einar í dystinum seinasta mikudag, og tí tykist sannlíkt, at hann verður høgrumegin, meðan Johan Troest Davidsen, sum spælir fullvæl á øllum plássum í verjuni, verður vinstri bakkur.

 

Bogi trýstir miðvøllin

Sentralt á miðvøllinum eru fýra mans, sum dystast um trý pláss. Av hesum tykjast Súni Olsen og Fróði Benjaminsen vísir í sínum sessum, og so er spurningurin, um tað verður Bogi Løkin ella Atli Danielsen, sum tekur triðja plássið. Royndirnar hjá Atla kunnu bera við sær, at hann verður tikin framum, men hinvegin er heldur ikki ósannlíkt, at tað ístaðin verður Bogi, sum fær møguleikan frá byrjan.

Hinvegin eru alternativitini í borðunum fleiri. Eitt er, at Bogi verður fluttur út í høgru, men mest sannlíkt verður tað eitt pláss, sum Símun Samuelsen kemur inn á. Vinstru megin eru møguleikarnir so fleiri, men í løtuni tykist Hjalgrím Elttør vera tann, sum er best fyri í kappingini. Aðrir møguleikar eru Andreas Lava Olsen og Christian Høgni Jacobsen, sum báðir teljast millum teir skjótaru av føroysku spælarunum. Og við hóttanini, sum Andreas Lava Olsen kann vera, er tað ógvuliga sannlíkt, at hann so ella so fær eitt orð at siga í dystinum.

So er bara plássið á toppinum eftir, og her verður tað uttan iva Christian Lamhauge Holst, sum skal royna seg. Her tykist Andrew av Fløtum vera mest upplagda alternativið, men Lava-maðurin og Christian Høgni kunnu tó eisini blanda seg upp í tí kappingina.