Nógv fólk eru strandaði í Føroyum og ikki sleppa av landinum. Atlantsflog hevur tí gjørt av at flúgva til Bergen kl 15 nú seinnapartin.
Ferðafólk, ið eru áhugaði í at koma við, mugu skunda sær vestur til flogvøllin, sigur felagið.
Atlantsflog flytir bara fólkini til Bergen og kann ikki taka sær ábyrgd fyri víðari flutningi.
Fyribils hava eini 25 fólk teknað seg til ferðina. Eftir ætlan flýgur flogfarið heimafur umleið klokkan 17. 30, skuldi nakar, sum ætlar sær til Føroyar, lukkast til Bergen. Men Atlantsflog sigur, at tað er neyðugt at tey, sum vilja sleppa heimaftur við, boða Atlantsflog frá, so kann flogfarið møguliga bíða eitt sindur.
Annars var ætlanin at flúgva til Trondheim og tað var eisini hesum, Atlantsflog lýsti við, men hesa síðstu løtuna er flogvøllurin í Bergen eisini latin upp, so flogið verður hagar ístaðin