Í hesi vikuni fær Atlantsflog fær eit flogfar afturat, og í vár fær felagið nýggja tyrlu Flogfarið, sum Atlantsflog fær í hesari vikuni, fer í vinnu í næsta mánað. Framman undan eigur felagið tvey eldri flogfør og leigar eitt.
Í vár fær Atlantsflog eina nýggja tyrlu. Hon er av slagnum Augusta Vestland og verður latin føroyska felagnum í apríl. Tyrlan kann taka upp í 15 ferðafólk og kostar 65 miló. krónur.
Nýggja tyrlan er millum tær mest framkomnu tyrlurnar av meðal stødd, sum kunnu nýtast til virksemið hjá Atlantsflogi.