Atlantsflog flýgur framvegis høgt

Hóast úrslitið hjá føroyska flogfelagnum minkaði við fimm milliónum til góðar átta milliónir, so er leiðsla felagsins sera væl nøgd við gongdina. ? Vit fegnast um tað økta virksemi, men fáa einki gjørt við, at eitt nú oljuprísirnir hækka, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog

Tað gongur framvegis væl hjá føroyska flogfelagnum, Atlantsflog.

Í gjár kundi stjórn felagsins leggja enn ein roknskap við yvirskoti fyri nevnd og aðalfund felagsins og sum væntað, var hann eisini góðkendur.


Stórur inntøkuvøkstur

Hóast fallið í úrslitinum, so øktust inntøkurnar hjá føroyska flogfelagnum.

Nettosølan í fjør var góðar 130 milliónir og tað er ein øking upp á umleið 11 milliónir. Økingin stavar serliga frá, at alsamt fleiri ferðafólk brúka føroyska flogfelagið.

Í fjør øktist talið av ferðandi við Atlantsflog við 10 prosentum, og tað vil siga, at tað í fjør flugu uml. 83 túsund ferðafólk við Atlantic Airways.

Men økta virksemið hevur eisini øktan kostnað við sær, og tí eru útreiðslur felagsins eisini øktar.

Kortini er tað ikki bara økta virksemi, sum hevur størstu ávirkanina á útreiðslusíðuna. Tað hevur oljuprísurin.

Prísurin á alheims oljumarknaðinum er hækkaður sera nógv, og tað kann beinleiðis lesast av í roknskapinum hjá Atlantsflog. Góðar 91 mió. krónur vóru brútkar til flúgvikostnað í 1999 og tað er góðar 16 mió. krónur meiri enn árið frammanundan.

Magni Arge, stjóri staðfestir eisini gongdina, sum teir væntað fer at halda fram í ár.

? Vit hava broytt metingarnar fyri hetta ári, soleiðis at vit nú roknað við høgum fuelprísum alt árið, sigur Magni Arge, sum kortini væntar, at úrslitið fyri 2000 verður á leið tað sama, sum tað var í fjør.

Harafturat var flogfarið til høvuðseftirlit í fjør, og tað er eisini ein beinleiðis orsøk til hægru útreiðslurnar


Eginognin um at

koma í rættlag

Tey, sum hava fylgt eitt sindur við í søguni hjá Atlantsflog, vita, at tey fyrstu árini felagið virkaði, vóru fíggjarliga tung.

Fleiri ár við undirskoti gjørdi, at meiri enn helmingurin av partapeninginum var mistur. Í 1995 var eginognin umleið 30 milliónir krónur, men síðani hevur gingið stútt framá.

Við avlopinum fyri 1999 er eginognin komin upp á slakar 65 milliónir krónur og tað merkir, at fær Atlantsflog eitt ársúrslit, sum er eitt sindur betri enn tað var í 1999, so er allur partapeningurin vunnin innaftur.

Men við metingunum hjá stjóranum í huga, so skulu vit ikki rokna við, at hetta hendir eftir bert einum ári.

Hann væntar nevniliga ikki, at úrslitið verður nógv betri enn tað var í fjør.


Ikki útreiðsla

fyri felagið

Í februar mánaði varð flotin hjá Atlantsflog tvífaldaður. Felagið keypti eitt nýtt flogfar, sum á Føroyaleiðini serliga skal brúkast um summarið, meðan tað verður leigað út restina av árinum.

Men hóast felagið hevur økt um flotan - og harvið eisini um lánibyrðu felagsins - so roknar stjórin ikki við, at tað fcr at síggjast aftur á rakstrarúrlitinum.

? Gongur sum ætlað, so gera vit ein leigusáttmála við BM Commuter, sum leigar flogfarið nú, og hann fer at hava við sær, at flogfarið ikki kemur at tyngja raksturin. Teir leiga flogfarið í níggju mánaðir, men inntøkurnar vit fáa burturúr tí svara til tað, sum tað kostar okkum at hava flogfarið í 12 mánaðir, sigur Magni.

Nýggja flogfarið, sum kostaði góðar 50 milliónir krónur hevur sjálvsagt økt um lánibyrðu felagsins, sum undan keypinum var komin niður á góðar 28 milliónir.

? Vit hava fíggjað keypið við láni upp á uml. 38 milliónir, meðan felagið hevur goldið restina. Tað svarar til góðar 15 milliónir, sigur Magni Arge, sum leggur afturat, at av somu orsøk er tøki peningurin, sum við árslok var knappliga 24 milliónir, væl lægri nú.


Hyggja at prísunum

Evnið, sum hevur verið tosað um seinastu dagarnar, er hvørt prísirnir skulu lækkast til 1.000-1.200 krónur ella ikki.

Kappingarneytin hjá Atlantsflog, Maersk, hevur biðið um loyvið, at lækkað prísirnar, men enn er loyvið ikki givið.

Magni Arge hevur fýlst á, at Maersk finnur upp á slíkt, tí talan er um misjavna kapping, sigur hann.

? Skulu prísirnir á Føroyarutuni lækkast fyri at fáa rættvísari kapping, so skulu vit eisini hava atgongd til hinar marknaðirnar hjá teimum, soleiðis at vit kunnu kappast har, sigur hann.

Vit spurdu Magna, um Atlantsflog ætlar sær at lækka prísirnar samsvarandi tí hugskoti, sum Maersk hevur, men tað vil hann ikki taka støðu til í løtuni.

? Vit fara at hyggja at prísunum, men enn hava vit onga avgerð tikið, sigur hann.