Atlantis-stýrið er mannað

Øll trý fólkini, sum skulu mynda stýrið í sjálvsognarstovninum Atlantis, er nú vald

 

Klaksvík: Nú er greitt, hvørji tey trý fólkini, sum skulu sita í stýrinum fyri mentanarhúsið Atlantis, skulu verða.

Borgarstjórin í Klaksvík, Klaksvíkar Sjónleikarfelag og Norðoya Sparikassi skulu velja hvør sín lim í stýrinum, og tað hava tey nú gjørt.

Borgarstjórin valdi Nikolinu Olsen, sum eisini verður forkvinna í stýrinum. Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur biðið Jógvan Ravnsfjall, savnsvørð, umboða seg í nevndini, og Norðoya Sparikassi hevur valt Súsannu Olsen í nevndini.

Tað verða sostatt tvey konufólk og ein maður, sum fara at hava ábyrgdina av virkseminum í Atlantis.


Møguligur leiðari

Tað verður nú upp til stýrið at gera av, hvussu virksemið í Atlantis skal skipast og um nakar leiðari skal setast fyri húsið.

Ætlanin hevur ongantíð verið, at stýrið skuldi hava dagligu umsitingina av húsinum, og tí er sannlíkt, at stýrið fer at seta ein persón at hava dagligu leiðsluna av húsinum.

Tað er lagt upp til, at biografur skal verða í Atlantis. Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur innivist har, og harafturat var upprunaliga hugsanin við Atlantis, at húsið skuldi hýsa alskyns mentanartiltøkum.

Atlantis varð umbygt fyri næstan tríggjar milliónir krónur í 1997, men neyðugt er við onkrum smávegis ábøtum í húsinum.