Suðuroyarsiglingin
Arbeiðið at útvega nýggja Smyrli fast atløgupláss í Havnini, liggur mestsum stilt í løtuni.
Síðani spurningurin um at økisfriða Tinganes tók seg upp, er mestum onki hent í málinum og enn er óvist, hvat yviurhøvur fer at henda.
?Eg dugi ikki at síggja, at útlit eru fyri nakrari loysn yvirhøvur, soleiðis sum málið nú liggur, sigur Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari í Havn .
Hann sigur, at Tórshavnar Kommuna hevur gjørt eitt stórt arbeiðið fyri at útvega nýggja Smyrli fast atløgupláss í Havn.
Og loysnin, sum Tórshavnar Kommuna hevur víst á, er at gera pláss til Smyril inni á Bursatanga, uttaná atløguplássinum hjá Norrønu.
Men ein fortreyt fyri tí er, at tað verður dýpt framvið Tinganesi.
Mong eru ikki fegin um hesa loysnina og ta endaði við, at Fornminnamyndugleikarnir tóku stig til at økisfriða Tinganes út á 10 metra dýpi.
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, hevur enn ikki tikið støðu til friðingina, men hann hevur fyrr sagt fyri Sosialinum, at alt bendir á, at hann fer at fylgja tilmælinum og at friða økið.
Saknar sakligar grundgevingar
Tað eru eisini nógv, sum halda, at tað ber ikki til at gera atløgupláss til tvey so stór skip inni á Bursatanga.
Men Jónsvein Lamhauge saknar sakligar grundgevingar fyri, hví tað ikki ber til.
Hann vísir á, at tað er roynt í simulatori í Danmark, saman við skiparunum á Smyrli.
? Og tað vísir seg, at tað ber væl til hjá Smyrli at leggja at inni á Bursatanga í vindi upp til 18 metrar um sekundið, beint inn á síðuna.
Havnameistarin saknar eisini, at fyrimunir og vansar verða vigaðir upp ímoti hvørjum øðrum.
?Tað er nakrar heilt fáar ferðir um vikuna, at Norrøna og Smyril eru í Havn í senn. Eftir galdandi summar ferðaætlan er tað tríggjar ferðir at bæði skipini eru í Havn í senn. Allar hinar ferðirnar kann Smyril brúka atløguplássið hjá Norrønu.
Tað hevur eisini verið víst á, at ein trupulleiki er, at Norrøna ikki sleppur at, tá ið Smyril liggur.
? Men sum ferðaætlanin er nú, er tað ongin trupulleiki, tí tað er hvørja ferð Smyril sum kemur, ímeðan Norrøna liggur og ikki øvugt.
Harafturat kemur Smyril ikki at liggja serliga leingi í Havn ísenn.
? Og skuldi tað hent, at Norrøna er seinkað, er Smyril eitt skip, sum er ógvuliga gott at manøvrera við og tað hevði verið skjótt hjá honum at flutt seg eina løtu at givið pláss fyri Norrønu.
? Men um Smyril flytir seg eina løtu, ímeðan hann liggur í Havn, nervar ikki ferðafólkið,tí tá er skipið tómt.
Fáa onki svar
Havnameistarin saknar eisini at fáa í lag eitt samskiftið mentamálaráðið, um, hví ein ferjulega á Bursatanga, heilt ítøkiliga er eitt friðingarmál.
? Vit hava roynt at fáa eitt samskifti í lag við Mentamálaráðið um, hvat tann ítøkiligi trupulleikin er - um tað er ætlaða landgongdin, sum er ov høgt, um teir stúra fyri, at spreingingar fara at skala bygningarnar á Tinganesi, ella, hvat trupulleikin er, sum ger, at hildið verður, at Tinganes skal økisfriðast.
? Men í tí sambandi hava vit onki hoyrt aftur úr Mentamálaráðnum.
? Sostatt vita vit heldur ikki um tað ber til at gera onkrar tillagingar í verkætlanini, fyri at friðingarmyndugleikarnir kunnu geva okkum loyvi til at fremja hana
Jónsvein Lamhauge vísir samstundis á, at Tórshavnar Kommuna arbeiðir ikki við øðrum ætlanum fyri at útvega nýggja Smyrli atløgupláss í Havn.
? Tað eru ongar aðrar ætlanir um at byggja út í Tórshavnar Havn, sigur Havnameistarin.
Samstundis vísur hann á, at eftir øllum ábendingum úr Mentamálaráðnum, fær Tórshavnar Kommuna ikki loyvi at gera atløgupláss til nýggja Smyril inni á Bursatanga.
So nú tað ikki eru meiri enn fimm mánaðir eftir, til nýggi Smyril kemur, er tað sostatt framvegis líka óvist, hvar hann fær atløgupláss, sum tað altíð hevur verið.
Onkur hevur eisini nevnt, at gera pláss fyri nýggja Smyrli inni í krókinum við Skipafelagið.
Men eisini tað fer at skapa trupulleikar, tí tað er ivingarsamt um nýggi Smyril grynnur har.
Dýpið inni í krókinum við Skipafelagið er 5,80 metrar á fjørðu, og nýggi Smyril er settur at stinga 5,60 metrar, so tað er í øllum førum ikki nógv at geva av.