– Skulu vit hava fullveldi ella ikki?
Tann spurningin skal fólkið svara uppá, heldur formaðurin í grønlendska flokkinum, Atassut, Aqqalu C. Jerimiasesen.
Tað skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq.
– Tað er upp á tíðina at bróta hesa óndu ringrás og leggja spurningin beinleiðis í hendurnar á fólkinum. Vit hava brúk fyri eini fólkaatkvøðu um fullveldisspurningin, so vit einaferð fyri allar kunnu enda hetta kjakið, sigur Aqqalu C. Jerimiasesen við blaðið.
– Sjálvstýri og at skapa eitt ríki. Tað kennist magan sum um, at tað eru einasta politiska evnið í Grønlandi. Vit hava í áratíggju verið gyrd í eini endurtøku og polariseraðaum kjaki um sjálvstýri. Kjakið hevur skapt spjaðing millum fólk og hevur tikið uppmerksemi frá øðrum álvarsligum evnum, sum vit áttu at viðgjørt, sigur Aqqalu C. Jerimiassen.
Hann vil fegin hava eina fólkaatkøðu, tá val aftur verður til Inatsisartut, Landstingið, so atkvøðugreiðslan ikki kostar óneyðugar pengar.
Um meiriluti er fyri einum sjálvstøðugum Grønlandi, so merkir tað ikki, at tað verður framt beinanvegin. Men tað verður ein almenn og prinsippiel endamálsfráboðan í sambandi við, hvat Grønland vil, og vit sleppa undan óendaliga kjakinum og kunnu taka stigið víðari.
Tað verður val til Inatsisartut og kommunurnar næsta ár, um tað ikki verður val í ótíð.