Týsdagin skipaðu Løgmansskrivstovan og Tórshavnar kommuna fyri almennari móttøku fyri U21-landsliðnum í hondbólti, sum sunnudagin vann bronsu í HM-kappingini í Póllandi.
Fyrst vitjaði landsliðshópurin á ráðhúsinum, har kommunan bjóðaði ein bita, og síðani varð farið útum at heilsa stóru mannfjøldini, sum var komin at fagna landsliðnum, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, Elsa Berg, borgarstjóri, Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í HSF, og spælararnir Ísak Vedelsbøl og Óli Mittún søgdu nøkur orð.
Aftan á tað skrivaðu spælararnir autografar til teir mongu ungu fjeppararnar, sum vóru komnir á Vaglið at heiðra bronsuvinnarunum.
Elsa Berg, borgarstjóri, segði millum annað:
"Vit hava eina góða hondbóltsmentan her í landinum, og sjálvt um vit í fólkatali eru ein lítil tjóð samanborið við tey, vit spæla ímóti, so kunnu vit eisini brúka teir fyrimunir, tað gevur at vera eitt lítið land – til dømis, at vit kunnu lata okkara hallir standa opnar, so øll kunnu sleppa inn at spæla og venja, tá tey hava hug til tað.
Tað gevur okkum nakað, sum ikki sæst í stórum milliónbýum. Tað gevur øllum atgongd til spælið, og tað gevur teimum, sum veruliga vilja menna seg og gerast betri, fríar umstøður til at gera júst tað.
Tey siga, at tað ikki kann bera til hjá einum landi við nøkrum og 50.000 fólkum at eiga so nógvar góðar hondbóltsspælarar til at manna eitt lið, sum kann vinna á londum við tíggjutals milliónum íbúgvum.
Síggið fleiri myndir her: Móttøka fyri U21 landsliðnum
Men tað vita vit, at tað ger. Tað hava A-landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum longu víst okkum. Og tað hava tit eisini víst – heilt síðani tit spældu fyrsta landsdyst við U18.
Og hesu ferð – við dirvi og áræði og trúgv upp á egna megi hava tit nú so vissuliga víst, at tað ber væl til. Tit hava víst okkum nýggjar hæddir og eru fyrimyndir fyri bæði ítróttarfólk og føroyingar annars. Takk fyri tað!
Hondbóltslandsliðið við venjarum hevur, saman við Hondbóltssambandinum, enn einaferð víst, hvussu vit kunnu niðurbróta mørk, sum fyrst og fremst bara finnast í okkara egna høvdi.
Millum fjallaklintrarar verður ofta sagt, at tað er ikki fjallið, vit vinna á – tað er okkum sjálvum.
Tykkara bronsumerki eru ein íblástur til okkum øll um, at hart arbeiði, dugnasemi og tað at tora at droyma og seta sær høg mál veruliga kann flyta fjøll.
Takk fyri allar tær fantastisku upplivingarnar, tit hava givið okkum øllum hesar seinastu dagarnar, og vit gleða okkum øll til at fylgja tykkum víðari fram á leið.
Hjartaliga til lukku, og takk fyri."