AstraZeneca letur færri koppingarskamtir av teirra koppingarevni hesa vikuna enn ætlað. Danmark, og harvið Føroyar og Grønland, fær 26.400 skamtir í staðin fyri teir 28.800, sum avtalað er.
Samstundis útsetir Moderna veitingina av 24.000 skamtium eina viku.
Tað upplýsir Statens Serums Institutt (SSI).
Í gjár upplýsti SSI, at Moderna bara kundi lata helmingin av ætlaðu 48.000 skamtunum í næstu viku, men nú er veitingin flutt eina viku.
Moderna heldur fast við, at tey framvegis tilja lata sama tal av koppingarskamtum til ES í fyrsta ársfjórðingi, sum tey hava lovað, skrivari SSI.
Sjálvt um Danmark nú fær færri AstraZenica-skamtir hesa vikuna, verður roknað við, at ein stór veiting kemur í næstu viku.
Tá skuldu komið 70.018 koppingarskamtir av seinasta góðkenda koppingarevninum í ES.
Tvær viku seinni, í viku 9, verður roknað við at tað koma 101.821 koppingarskamtir, sum fer at vera størsta veitingin av koronukappingarevni, sum Danmark hevur fingið.
Føroyar og Grønland fáa sín lutfalsliga part av teimum skamtum, sum Danmark fær.
/ritzau/