Assange kann kæra útflýggjanina

Avstraliumaðurin Julian Assange, sum stovnaði WikiLeaks, sleppur at kæra avgerðina hjá rættinum í London, sum herfyri gjørdi av, at hann kann sendast úr Bretlandi til Svøríkis, har hann er skuldsettur fyri kynsligan ágang.

Dómararnir, sum hava kannað avgerðina hjá undirrættinum, siga, at Assange hevur heimild til at kæra avgerðina til Hægstarætt. Sambært BBC merkir tað tó ikki, at Hægstirættur fer ar broyta avgerðina hjá rættinum í London.

Svenska ákæruvaldið vil sleppa at avhoyra Julian Assange í sambandi við, at tvær svenskar kvinnur hava lagt hann undir kynsligan ágang, tá hann var í Svøríki seinast.