Søgurnar hava gingið dúgliga hendan veturin, og í dag er tað so blivið greitt, at at 30 ára gamli Arnbjørn Hansen aftur verður at síggja í blásvørtu troyggjuni hjá EB/Streymi. Tað váttar felagið á heimasíðu sínari.
Seinastu tvey árini hevur vandamikli framherjin spælt við HB, har hann eisini byrjaði at spæla fótbólt á ungum árum. Men nógv tann størsta partin av fótbóltsleiðini hevur Arnbjørn Hansen spælt við EB/Streymi, og tað var eisini har, at kollfirðingurin spældi sín fyrsta dyst í fremstu deildini í 2004. Samanlagt skoraði Arnbjørn Hansen heili 162 mál fyri EB/Streym, inn til hann valdi at skifta til HB undan kappingarárinum 2015.
Tíðin hjá Arnbirni Hansen í HB hevur verið sera merkt av skaðum, og tað gjørdi, at hann bert náddi at spæla 23 dystir fyri HB tey tvey árini, har hann var í felagnum. Í hesum dystum megnaði hann tó at skora átta mál.
EB/Streymur skrivar, at afturat at skula spæla við besta liðnum, sum flutti úr 1. deild í Effodeildina í fjør, so skal Arnbjørn Hansen eisini vera ein partur av venjaratoyminum hjá nýggja venjaranum, Heðini Askham.
Sáttmálin ímillum EB/Streym og Arnbjørn Hansen er galdandi fyri kappingarárið 2017.