Arbeiðsloysið í Føroyum hevur ongantíð verið so lítið sum nú

Ætlanin er nú at lækka inngjaldið til Arbeiðsloysisskipanina. Síðani AlS varð sett á stovn, hevur arbeiðsloysið í Føroyum ongantíð verið so lágt, sum tað er nú. Útgjaldið úr Als er nú minni enn tríggjar milliónir, hvørja ferð

Hesi seinastu árini er arbeiðsloysið í Føroyum rapa niðureftir.

Og síðani ALS varð sett á stovn, hevur tað ongantíð verið so lágt sum nú.

Nú Arbeiðsloysisskipanin hevur ársfund í dag, hava vit spurt stýrisformannin, hvussu gongdin hevur verið og, hvørjar metingar, hon ger sær um framtíðina hjá stovninum.

Hon sigur, at gongdin hjá ALS hevur verið avbera positiv seinastu árini og at talið á arbeiðsleysum at kalla er alsamt fallið seinastu árini.

?Í løtuni eru bara 2,7% av mannfólki ímillum 16 og 66 ár skrásettir arbeiðsleysir.

? Hinvegin eru 4,8% av konufólkinum arbeiðsleys í sama aldursbólki.

? Hetta er eitt ótrúligt tal, um vit bara hugsa seks, sjey ár aftur í tíðina.

? Tí tá ið arbeiðsloysið var í hæddini í 1993, var tað millum 20 og 25%, sigur stýrisformaðurin í ALS.

Hon nevnir tó, at tað er hugvekjandi, at størsti munurin ímillum kynini er í aldursbólkinum 25-34 ár.

?Í tí aldursbólkinum eru 2% av mannfólkunum arbeiðsleys.

?Men hinvegin eru 7% av konufólkunum arbeiðsleys í tí aldursbólkinum.

Hon heldur, at tað kann nógv filosoferast um, hvussu tað ber til, at størsta arbeiðsloysi hjá konufólki er í besta burðardygga aldri.

?Eg ætli mær ikki útí eitt kjak um henna evni nú. ? Kortini má eg siga, at fryktandi er fyri, at ein orsøk kann vera, at tær eru barnabundnar, og at tær fáa ikki børnini ansað. Ella tað, at tær ansa gomlum fólki.

?Hinvegin er tað ein felagsnevnari fyri tey arbeiðsleysu, at tey fyri tað allarmesta eru ófaklærd.

Harafturat er tað ein sannroynd, at fólk eru styttri í skipanini nú, enn tey vóru fyrr.

?Í 1998 vóru fólk arbeiðsleys í 381 dagar í miðal.

Men nú eru fólk ?bara? í skipanini í 305 dagar.

So nú eru fólk væl styttri arbeiðsleys, enn tey vóru fyri bara einum ári síðani.

Frágreiðingin til hetta er uttan iva, at tað er lættari hjá fólki at fáa arbeiði og tey førleikagevandi tiltøkini hjá ALS hava hjálpt.


Úr níggju mió kr. niður í slakar tríggjar

Tann positiva gongdin hjá ALS hevur sjálvandi havt við sær, at fíggjarstøðan hjá ALS eisini er nógv batnað.

? Tá ið arbeiðsloysið var í hæddini og eini 20-25% av arbeiðstøkum fólki gingu fyri einki ímóti sínum vilja, var útgjaldið úr ALS einar níggju milliónir hvørja ferð, tvs, fjúrtanda hvønn dag.

Nú er útgjaldið ikki meiri enn slakar tríggjar milliónir hvørja ferð.

? Tá kreppan leikaði uppá tað harðasta, var ALS heilt niðurundirkomin fíggjarliga.

Men síðani arbeiðsloysið hasaði av og tók at minka, batnaði fíggjarstøðan hjá ALS tilsamsvarandi.

?ALS var so kroyst fíggjarliga, at heilt fram til 1996, hevði hon undirskot, sigur Karin Kjølbro.

Hon sigur, at 1997 var fyrsta árið, ALS hevði yvirskot.

Men tað árið var eginognin bara 49 milliónir.

Sostatt var eginognin heldur ikki tað árið komin uppá aftur tær 92 milliónir, sum skipanin átti, tá ið hon byrjaði at betala út í august 1992.

?Men síðani gekk tað skjótt framá.

Í 1998 var eginognin 120 milliónir.

? Og tá ið fyrra hálvár í ár var farið aftur um bak, hevði ALS eina eginogn uppá 154 milliónir.

? Og verður gongdin tann sama seinna hálvár, fer eginponin helst upp um 200 milliónir á nýggjárinum.

Og hetta er hóast tað, at inngjaldið til ALS er lækkað úr 2,75% av lønini, bæði hjá arbeiðsgevarum og -takarum, niður í 2%.


Politikarar fríggja til ALS

Karin Kjølbro sigur, at tann góða fíggjarstøðan hjá ALS hevur ført við sær, at politikarar hava fingið ikki sørt áhuga fyri ognunum hjá stovninum.

? Tað byrjaði í fjør, tá ið landsstýrismaðurin í Almanna og heilsumálum reisti spurningin um ikki ALS kundi vera við at fíggja aktiveringina av arbeiðsleysum.

?Tað hevur ALS ikki hoyrt nakað aftur um.

? Men síðani hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum eisini boðað frá, at hann ætlar at kanna møguleikarnar fyri at fáa ALS av vera við at fíggja ein barnsburðargrunn.

Karin Kjølbro sigur, at ein barnsburðargrunnur er eitt mál, sum hon fult út tekur undir við.

?Men um tað skal vera ALS, sum skal fíggja grunnin, er eitt heilt annað mál.

Stýrisformaðurin í ALS sigur, at tey hava biðið vinnumálastýrið um senda stovninum ein skrivligan fyrispurning. Og fyrrenn hann er komin, vil ALS ikki viðgera málið.

Enn er fyrispurningurin ikki komin.


Vilja styrkja ALS

Stýrisformaðurin sigur, at heldur enn at taka lut í alskyns sosialum útreiðslum, er, ALS heldur sinnað til at styrkja skipanina fíggjarliga, so at hon verður før fyri at átaka sær eitt skrædl, sum tað fyrst í nítiárunum, uttan at botnurin skal fara undan henni, og at hon noyðist at læna pening, hækka inngjaldið og lækka útgjaldið.

? Tað er ein støða, sum vit ikki vilja koma í aftur.

? Men annars hava vit bæði fólkið og teknisku útgerðina til at umsita ein barnsburðargrunn.

? So tað kunnu vit lættliga gera fyri landsstýrið.

? Men tað er onginí stýrinum sum heldur tað vera skilagott at vevja ein barnsburðargrunn upp í Arbeiðsloysisskipanina.

? Tí so kann tað lættliga henda, at treytin fyri einum dyggum barnsburðargrunni verður tað, at arbeiðsloysið er lítið.

?Men hvat nú, um arbeiðsloysið tekur at veksa, skal barnsburðargrunnurin so skerjast ella takast av.

Karin Kjølbro sigur, at ALS- stýrið tí heldur, at tað tænir barnsburðargrunninum best at hann er ein fullkomiliga sjálvstøðug eind, sum ikki kann rørast, hóast tíðirnar aftur fara at versna.

Hon vísir eisini á, at inngjaldið til ALS er lækkað 0,75% bæði hjá arbeiðsgevarum og løntakarum.

? Sostatt er 1,5% leysgivið, sum politiski myndugleikin kann umhugsa at brúka til ein barnsburðargrunn.

? Men umsita ein slíkan grunn, tað kann ALS lættliga gera fyri landsstýrið, leggur hon afturat.