Feløgini í Samtaki vil hava, at alt arbeiði við makrelinum verður gjørt við føroyskum sáttmálum, og at makrelurin skapar føroysk arbeiðspláss. Felagið hevur sent út soljóðandi yvirlýsing:
»Feløgini í Samtaki vilja vísa á, at týdningarmikið er, nú stórt arbeiðsloysi er í landinum, at arbeiði við makrelinum ikki gleppur okkum av hondum, nú vit hava møguleika at skapa nógv føroysk arbeiðspláss bæði á sjógvi og landi. Tað gevur ikki meining, at vit skulu senda makrelin á útlendskar hendur, sum rinda ein brøkpart av eini føroyskari løn til arbeiðspláss á útlendskum móðurskipum.
Skulu vit hava móðurskip, sum taka makrelin, skal hetta sjálvsagt gerast samsvarandi føroysku sáttmálunum. Umframt at skapa arbeiði til føroysk sjófólk er eisini neyðugt, at vit hava í huga at fáa nakað arbeiði til lands av makrelinum.
Feløgini í Samtak fegnast um, at treytir eru settar við, at føroyskir sáttmálar skulu fylgjast hjá teimum, sum fiska føroysku makrelkvotuna, og halda tað vera eina sjálvsagda avleiðing, at hetta eisini má galda fyri víðari virking, óansæð um talan er um arbeiði á sjógvi og landi.
Tað er óneyðugt og kann fáa stórar og keðiligar avleiðingar her heima, um rætt ikki verður borið at í málinum um makrelin.
Knapt 2000 føroyingar eru arbeiðsleysir, tískil er óneyðugt at útflyta arbeiði av makrelinum til fyritøkur, sum hava kappingarfyrimun av sera lágum lønum, tá ið tað eru føroyingar, sum kunna fáa arbeiði við makrelinum bæði á sjógvi og landi«, siga feløgini í Samtaki, sum eru:
Føroya Fiskimannafelag
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag