Tónleikur
Tá AME-Føroyar verður vikuskiftið 13. og 14. apríl verður tað við bæði føroyskari og útlendskari luttøku. Atlantic Music Event hevur fingið myspace síðu, og á hesi síðu verður kunngjørt, at svenska Molinder Band og grønlendski Angu, umframt GBOB vinnarin Deja Vu luttaka.
Grønlendskur singer/songwriter
Tá Angu vitjaði í Føroyum í heyst, lýstu fyrireikararnir hann sum tann grønlendska Teitur. Angu er føddur í Qaqortoq í Grønlandi, men býr nú í Danmark, har hann livur sum tónleikari og sangskrivari. Hann er vorðin somikið væl umtóktur í Danmark, at hann í fjør var í uppskoti til DMA heiðurslønina fyri besta nýggja navn.
Angu hevur altíð havt tónleikin í lívi sínum við ljóðførum og plátuspælara í heiminum. Sum tannáringur spældu Angu tungmálm og grunge, áðrenn hann vendi sær móti siðbundnum singer/songwriter tónleiki. Hann skrivar fangandi løg, sungin á enskum.
20 ára gamal flutti Angu til Nuuk, har hann royndi at fáa eina útbúgving innan KT, men hugurin til tónleikin var ov sterkur. Hann endaði tí sum upptøkutónleikari í einum lokalum upptøkuhøli. Í hesum arbeiði varnaðist stjórin á Atlantic Music røddina hjá Angu, og bjóðaði honum ein sáttmála. Fyrsta fløgan varð upptikin í ávikavist Grønlandi og Danmark, og seldi ikki færri enn 5000 eintøk í heimlandinum, umframt, at hon varð givin út í Danmark.
Í løtuni arbeiðir Angu við síni aðru fløgu. Hon kemur væntandi út í september. Tað er lítil ivi um, at okkurt nýtt lag verður á skránni, tá hann vitjar á AME.
Svenskur bólkur
Hitt útlendska navnið er bólkurin hjá svianum Jonas Molinder, Molinder Band. Hann sigur sjálvur, at íblásturin til lagskrivingina kemur frá tónleikinum, ið merkti hansara barnaár, nøvn sum Stevie Wonder, Sting, Louise Hoffsten og Phil Collins. Bólkurin hevur givið tríggjar EP’ir út: Soul in me (2001), Life Spark (2003) og Kill Your Darlings (2004). Eftir ein steðg, har Jonas leitaði eftir nýggjum íblástri, stovnaði hann egið plátufelag, Tender Records. Eitt plátufelag har Jonas sjálvur stýrir síni tónlistarligu yrkisleið. Í apríl kemur fløgan In The Room With Fire, útgivin á nýggja felagnum. Tað verður sostatt ein plátuaktuellur bólkur, ið vitjar á AME.
Á myspace síðuni vísir AME á, at nógv fleiri nøvn vera avdúkaði. Tað er longu greitt, at vinnararnir av ársins fløgu hjá Dimmalætting og á Planet Awards, The Dreams og Teitur eru boðin við, enn er tó einki alment, um hesir bólkar fáa luttikið. Eisini hevur ljóða, at fleiri onnur útlendsk nøvn fara at luttaka.










