Síðani 1927 hevur viðurkenda amerikanska tíðindablaðið Time Magazine í desember á hvørjum ári valt ein ársins persón.
Í dag kunngjørdi blaðið, at ársins persónur 2015 er týski kanslarin, Angela Merkel.
- Týski kanslarin, hvørs leiðsla hevur hjálpt at varðveitt og virka fyri einum opnum, marknafríum Evropa hóast búskaparligt rok og áhaldandi flóttafólkakreppu, er ársins persónur hjá TIME í 2015, skrivaði blaðið í grundgevingini.
Í uppskoti til heiðurin hesaferð vóru leiðarin fyri Islamska Statin, Abu Bakr al-Baghdadi, Donald Trump, og iranski forsetin, Hassan Rouhani.
Heiðurin verður latin einum persóni, ið hevur havt størsta ávirkan á heimshendingar í undanfarna ári.
Millum teir persónar, ið áður hava fingið heiðurin eru Charles Lindbergh (1927), Mahatma Gandhi (1930), Franklin D. Roosevelt (1932, 1934, 1941), Adolf Hitler (1938), Winston Churchill (1940, 1949), Joseph Stalin (1939, 1942), Charles de Gaulle (1958), Martin Luther King jr (1963), Deng Xiaoping (1978, 1985), Ayatollah Khomeini (1979), teldan (1982), Mikhail Gorbachev (1987, 1989), Ted Turner (1991), John Paul II, pávi (1994), George W. Bush (2000, 2004), Vladimir Putin (2007) og Barack Obama (2008, 2012) og Mark Zuckerberg (2010).