Ungi og evnaríki toftamaðurin, Andrias Edmundsson, sum spælir við enska felagnum, Sunderland, spældi í gjár allan dystin í miðverjuni hjá Sunderland, tá Sunderland á heimavølli spældi móti Manchester United.
Dysturin endaði við einum teprum 2-1 sigri til Manchester United. Tað var serliga eitt reytt kort til Sunderland í øðrum hálvleiki sum var avgerandi fyri, at endaliga úrslitið varð sum tað varð.
Andrias Edmundsson sigur, at teir í Sunderland, høvdu ynskt, at teir høvdu verið meira á bóltinum til dystin í gjár, men at møguleikar allíkavæl vóru fyri at fáa fleiri mál.
- Vit vardu væl, men høvdu ynskt at vit høvdu bóltin meira til dystin. Allíkavæl komu vit til góðar kjansir, har vit skuldu havt skorað fleiri mál. Aftaná 70 minuttir, tá støðan var 1-1, fáa vit eitt býtt reytt kort, og tá megnaðu vit ikki at standa ímóti meira, soleiðis at teir skoraðu til 2-1 ta løtuna, sigur Andrias Edmundsson.
Í Sosialinum, sum kemur út í morgin, verður longri samrøða við Andrias Edmundsson. Eisini verður teigurin ’10 ungir leikarar at hava eyga við í framtíðini’ í Sosialinum í morgin, har Andrias Edmundsson í ár telist millum teir 10 ungu leikararnar.